Hví velja Bjálva?.
1. Umhvørvisvinarlig bjálving
Pappírsull er umhvørvisvinaligt evni, har rávøran í høvuðsheitum er endurnýtsludagbløð, og haraftrat er CO₂ byrðan munandi minni í tilvirkanini, enn í øðrum sløgum av bjálving. Pappírsull er haraftrat arbeiðsumhvørvisliga góð, tí hon hvørki skriðar ella klórar húðina, tá ið tú arbeiðir við henni.
Tað er ikki neyðugt at vera í dustmasku, við atliti til arbeiðsumhvørvið, tá ið tú bjálvar við Pappírsull. At vit kortini mæla til at brúka dustmasku, kemst av dustinum, sum er, tá ið tú leggur Pappírsull á t.d. eitt loft. Vanliga kemur dust frá verandi bjálving og annað vanligt dust aftrat. Tí mæla vit altíð til, at brúka dustmasku, so tú sleppur undan tí.
Vit hava bjálvarar, sum dagliga arbeiða við Pappírsull, og fleiri bjálvarar hava arbeitt dagliga við henni í meira enn 30 ár. Pappírsull er trygg at brúka, serliga sæð í mun til teir váðar, sum eru, um tú bjálvar við øðrum sløgum av bjálving, har fleiri hava bráðeitrandi evni í sær.
2. Lætt at sleppa til innleggingar
Ofta liggja leidningar og aðrar innleggingar undir bjálvingini á loftinum. Við at brúka pappírsull, er tað lætt og skjótt at sleppa til innleggingarnar – bjálvingin verður bara skúgvað til viks. Aftaná verður hon løgd út yvir aftur og javnað við hond, rívu, kusti ella øðrum.
Er vandi fyri, at pappírsullin verður blást runt á serliga ábærum økjum, so ber til at spræna vatn á við einum sirmara. So fær pappírsullin fasta og samanhangandi skorpu.
3. Dampsperra ikki neyðug
Pappírsull er eitt lívrunnið evni, sum er fukttransporterandi. Tað vil siga, at pappírsull loyvir vætu at fara framvið, uttan at tað ger bjálvingarevninum mun. Kemur væta á pappírsull, leiðir hon til dømis vætuna víðari til útvegg ella loft, haðani hon skjótt guvar burtur í sól og vindi, ella verður ventilerað burtur.
Sjálvt um pappírsull verður slavin, varðveitir hon bjálvingarevnini. Verður bjálvað við pappírsull, er dampsperra oftast óneyðug alla aðrastaðni enn í vátrúmum (vátrúmstrygging). Pappírsull loyvir konstruktiónini at ”anda”, og tí verður inniluftin betri.
Óneyðugt við dampsperru
Pappírsull er hygroskopiskt tilfar. Tað vil siga, at tilfarið er fukttransporterandi og kann taka vætu í seg og lata vætu frá sær. Sambært kanning, sum Statens Byggeforsknings Institut hevur gjørt, er dampsperra ikki neyðug, tá ið pappírsull verður brúkt sum bjálving.
Sjálvt tá ið tað er sera ráligt, eru bjálvingarevnini í pappírsull mest sum óbroytt. Tað vil siga, at um bjálvingin av onkrum ótættleika í konstruktiónini sýgur vætu í seg, letur hon hana frá sær aftur, tá ið umstøðurnar loyva tí, og so endurvinnur bjálvingin alla bjálvingarstyrkina. Vætan verður upptikin í kyknuveggirnar í bjálvingartilfarinum, soleiðis at tað framvegis er stillstandandi luft, bæði ímillum og í innanopnu trevjunum.
Tí vilja vit fegin sleppa undan dampsperru
Ein dampsperra er eitt stórt stykki av plastmembrani, sum verður løgd inn í konstruktiónina, fyri at forða fyri fukt og kondensi. Dampsperran skal vera heitaru megin konstruktiónina, fyri at forða vætu frá inniluftini at vinna út í konstruktiónina og skaða hana. Her hevur tað týdning, at dampsperran er lutfalsliga diffusiónstøtt. Dampsperra forðar fyri náttúrligum luftskifti, og avleiðingin er ring inniluft, tí konsentratiónin av radon, dustmottu, blámusoppi o.ø. veksur. Bara um tú brúkar mineralull, mást tú altíð hava dampsperru. Tað kemst av, at mineralull ikki hevur somu náttúrligu eginleikar sum pappírsull at handfara ta vætu, sum kann koma í bjálvingina.
Eldri hús við ótættari dampsperru
Í eldri húsum kann tað vera torført at kanna støðuna á verandi dampsperru. Hevur tú illgruna um, at dampsperran er ótøtt, eigur mineralull ikki at verða brúkt, tí so er vandi fyri fuktskaða, sum aftur elvir til blámusopp, rot og hýggj.
4. Góð bjálvingarevni
Bjálvingarevni verða máld eftir, hvussu nógvur hiti fer ígjøgnum tilfarið – eisini nevnt lambdavirði. Tess lægri lambdavirði – tess betri bjálvingarevni.
Lambdavirdið fyri Isocell pappírsull er 0,037 W/mK. Hetta er lægsta lambdavirðið á marknaðinum fyri pappírsbjálving, sum vanliga er 0,039 ella hægri, og eisini lægri enn vanligt er fyri blásibjálving úr steinull og glasull. Tað vil siga minni hitamissur og harvið minni hitanýtsla.
Tá vit bjálva við pappírsull, verður bjálvingin ein heilur, samanhangandi flati, tað vil siga uttan nakað slag av kuldabrúgvum og hitamissi, sum ofta sæst har, ið samlingar eru, og har mottur eru skornar til.
Eisini hevur Isocell pappírsullin sera høgan hitakapasitet, sum merkir, at bjálvingin heldur væl uppá hitan. Tað ger, at hús, sum eru bjálvað við Isocell pappírsull, halda hitanum munandi longri, t.d. tá ið luftað verður út, ella tá ið hitaskipanin av onkrari orsøk ikki er virkin, enn onnur hús.
5. Góð ljóðbjálving
Pappírsull er sera munadygg sum ljóðbjálving.
Royndir, sum Nordsjællands Akustik hevur gjørt, vísa, at pappírsull, við vanligari samrøðu, minkar ljóðið 10 ferðir betri enn vanlig bjálving. Tað gevur munandi minni ljóðávirkan. Tað er ein fyrimunur, serliga í húsum við barnafamiljum og húsum í fleiri hæddum, skrivstovubygningum, skúlum, stovnum o.ø. Ljóðdoyvingin ger, at fótafet, tónleikur og gangur minkar munandi, frá einari hædd til aðra.
Nordsjællands Akustik ApS hevur gjørt samanberandi ljóðmátingar av trimum ymiskum sløgum av bjálvingartilfari – pappírsull, steinull og glasull.
Ljóðroyndin vísir, at pappírsull ljóðbjálvar munandi betur enn steinull og glasull:
- 84,0 DB sleppa ígjøgnum 100 mm glasull
- 79,2 DB sleppa ígjøgnum 100 mm steinull
- 65,2 DB sleppa ígjøgnum 100 mm pappírsull
Kelda: Samanberandi ljóðbjálvingarmáting, teknisk frágreiðing nr. nsja 10-22 (2010), Nordsjællands Akustik.
Viðm.: Ljóðstøðið mált 20 cm yvir demokassa, har lokið er bjálvað við ymiskum tilfari.
(Pappírsullin, sum er brúkt, er grundað á uppskrift og framleiðingarhátt hjá Papiruld Danmark A/S).
Hetta svarar til, at ljóðbjálva vit við pappírsull, heldur enn við glasull, so kámast ljóðið fýrafalt, so ljóðárinið er munandi minni. Tann stóri munurin í ljóðárininum kemst av sjálvum tilfarinum í pappírsullini, við innantómum sellulosutrevjum, sum forða ljóði at vinna ígjøgnum. Tú kanst síggja alla frágreiðingina, við at klikkja á leinkið høgumegin.
Pappírsull hevur lutfalsliga høgan tættleika ella densitet (28-65 kg/m³) og lýkur krøvini, sum verða sett til ljóðviðurskifti í bygningum, t.d. myndugleikakrøv ella høgleikakrøv um ljóðbjálving og eftirljómatíð. Pappírsull kann tí verða brúkt sum ljóðabsorbentur í t.d. skrivstovuskilarúmum, í veggum ímillum íbúðir og sum ljóðregulering í stovnum, skúlum og skrivstovum.
6. Góð eldmótstøða
Isocell pappírsull er viðgjørd við eld-tálmandi søltum, sum veita loga- og glóðverju. Søltini, sum eru latin í, guva ikki burtur við tíðini, og tey verða heldur ikki minni virkin. Við eldávirkan leyslata søltini vætu, so eldurin slóknar.
Góðkenningin á Isocell pappírsull eitur B-S2, d0, sum er hægsta góðkenning, sum er møgulig fyri pappírsull. Innblást gevur Isocell pappírsull konstruktiónini líka gott íkast til eldmótstøðu sum steinull.
Skjalfesting
Dansk Brand- og sikringsteknisk Institut (DBI) hevur mált, at pappírsull hevur eina ta bestu brandmótstøðuna á marknaðinum. Tað vísir ein frágreiðing og aðrar royndir hjá m.o. varastjóra Ejner Danø DBI, sum hevur gjørt royndir við fleiri ymiskum sløgum av bjálvingartilfari.
Frágreiðing frá DBI, juli 2001:
“Brandmodstandsbidrag for alternative isoleringsmaterialer med fastholdelsessystem”
Stuttur samandráttur:
“Brandmodstandsbidrag for alternative isoleringsmaterialer med fastholdelsessystem”
Frágreiðing frá KS-Byggeteknisk Service, september 2001:
“Organiske isoleringsmaterialers brandmodstand”
7. Góð inniluft
Tað hevur stóran týdning fyri inniluftina, at húsini eru rætt og nóg væl bjálvað. Eru tey ikki tað, kann hetta elva til:
- Kuldabrýr
- Kuldaniðurfall
- Kaldar veggir og gólv
- Døgg á innaru síðu í vindeygum
- Illlitaðar veggir og loft
Eitt kalt heim hevur stóra ávirkan á, hvussu tey, sum har búgva, hava tað. Vit hoyra ofta viðskiftafólk gremja seg um fótakulda, og at tað kann vera kalt at sita upp ímóti einum veggi. Tað kemst av kuldabrúm, (Leinki!) sum koma har, ið tað er illa bjálvað.
Í ringasta føri kann ring bjálving merkja vátar innveggir og harvið eisini hýggj og blámusopp. Tað er á ongan hátt sunt at liva í.
Eftirbjálvar tú við Isocell pappírsull, fært tú orsøkina til hitamissin burtur, og tú fert at merkja mun á ymiskan hátt, m.a.:
- Heitari rúm
- Tú kanst skrúva týðiliga niður fyri termostatum á radiatorum
- Heit gólv og veggir
- Einki kondens í vindeygum
- Lægri varmarokning
- Betri ljóðbjálving t.d. ímillum hæddir
8. Sjúnkar ikki
Í veggir og aðrar lukkaðar bygningslutir, verður pappírsullin blást inn undir trýsti. Hetta tryggjar, at bjálvingin ikki sjúnkar. Arbeiðið verður gjørt eftir galdandi reglum, og okkara góðskutrygging tryggjar, at bjálvingin er komprimerað, so hon ikki sjúnkar.
Tá ið pappírsull verður blást leys omaná t.d. eitt loft, vil bjálvingin sjúnka eitt sindur. Tí verður altíð lagt upp fyri, og eyka bjálving løgd omaná. Hetta tryggjar, at tjúkdin á bjálvingini er tann, sum varð avtalað, tá ið ein tíð er farin.
9. Einki rot, blámusoppur ella skaðadjór
Isocell pappírsull er viðgjørd við søltum, fyri at verja ímóti roti og blámusoppi. Søltini virka haraftrat uppturkandi fyri smákykt og royndir vísa, at teimum ikki dámar at liva og reiðrast í bjálvingini.
10. CO₂ vinarlig framleiðsla
Isocell pappírsull er umhvørvisvinarligt bjálvingartilfar, sum verður gjørt úr sellulosutrevjum úr norðurlendskum dagbløðum. Dagbløðini skulu einans vera prentað við umhvørvisvinarligum litum og prentsvertu.
Bløðini verða góðskaði til dygdargott byggitilfar. Í tí tilgongdini verður ikki nógv orka brúkt, og tað merkir, at dálkingin – CO₂ útlátið – er heilt lítið.
Samlaða CO₂ byrðan, við at framleiða pappírsbjálving, er tí munandi minni enn við at framleiða t.d. mineralull.
Steinull letur út uml. 27 kg av CO₂/m³
Glasull letur út uml. 20,5 kg av CO₂/m³
Pappírsull letur út uml. 7 kg av CO₂/m³
Til framleiðsluna av pappírsull fer sostatt 3–4 ferðir minni orka enn til tilsvarandi mongd av steinull.
Pappírsull letur harvið munandi minni av CO₂ frá sær og er, sambært Statens Byggeforskningsinstitut 2003, munandi reinari at framleiða, enn onnur sløg av bjálvingartilfari.
Isocell pappírsullin er endurnýtiligt tilfar. Tað vil siga, at avlop ella gomul pappírsull, sum ikki verður brúkt, kann fara til endurnýtslu, ella verða til sankitøð.
Tá ið tú velur at bjálva við Isocell pappírsull, tekur tú í verki støðu til umhvørvið.