Búmerkið hjá felagnum

Leigan av útgerð.

Um tit ynskja at gera bjálviarbeiðið sjálvi, so kunnu vit levera bjálvingina og læna tykkum útgerðina.

Bjálving og bjálvimaskina er tá í einum vørubili (vanligt koyrikort), sum tit læna ókeypis frá okkum.

Maskinan er løtt at brúka og bjálvingin skal ikki berast inn á t.d. loftið, men verður blást inn við slangu frá maskinuni í bilinum.

*Útgerð verður bert lænt út til at bjálva opnar flatur, so sum til á loftinum. Skal bjálving inn í veggir ella í eina konstruktión av onkrum slagi, mugu vit tryggja okkum, at tað eru serkøn fólk, sum gera tað, um vit skulu taka ábyrgd av tí.

Spyr okkum.