Um okkum.
Hjá Sp/f Bjálva brenna vit fyri at gera byggingina grønari. Vit serkunnleika okkum í umhvørvisvinarligum byggitilfari og bjóða loysnir, sum bæði eru burðardyggar og munnagóðar. Vøruskrá okkara fevnir millum annað um pappírsbjálving (cellulosebjálving), trætrevjabjálving og glassull, eins og trætrevja plátur umframt alt innan damp bremsur og vind tætting – tilfar, sum er væl valt við umhugsni fyri bæði umhvørvi og góðsku.
Eisini hava vit serkøn starvsfólk, í altíð eru tilreiðar, at blása pappírs bjálving í eina hvørja konstruktión, bæði nýbygging og umvælingar. Hetta tryggjar skilabestu bjálvingar loysnina við minimalari umhvørvisávirkan.
Kundar okkara spenna víða – frá arkitektum og ráðgevum til byggharrar og privat, sum ynskja at byggja ella umvæla við umhugsni. Felags fyri øll er ynskið um at velja loysnir, sum taka atlit til eina grønari framtíð.
Vit trúgva uppá, at umhvørvisvinarlig bygging ikki nýtist at vera dýrari – og vit arbeiða hvønn dag fyri at gera burðardygg val tøk og lokkandi.
Visjón
Vísjón okkara er at vera fremst innan sølu og ráðgeving innan umhvørvisvinarliga bygging í Føroyum.
Hjá Sp/f Bjálva fært tú ikki bara vørur – tú fært vitan, ráðgeving og ágrýtni. Saman kunnu vit
byggja eina grønari framtíð.